Marius Ziska - Vald текст песни

Текст песни Vald - Marius Ziska



Hoyrir ordrarnar runga so hart har úti
Valdsharrar náðileyst gera sær dælt av hatrinum
Blindaðu trælirnir trampa í takt har eg og
Teskaðu vónríkar tankar í kalda vetrinum
Og vit eygleiða bara verðina
hon
Sum ein dreymur fer framvið
Eygleiða hana mestsum burturfrá
So vit
Kanska fáa sálarfrið
Klædningsmenn tita og halda seg hava funnið svarið
Pengamaskinan varð hold og tók búgv í hjartanum
Forritað mappudýr fylgja teim fegin klædd í skrúð
Ringt er at hóma ein glotta í bølamyrkrinum
So vit eygleiða bara verðina
hon
Sum ein dreymur fer framvið
Eygleiða hana mestsum burturfrá
Har vit
Kanska fáa sálarfrið



Авторы: Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska


Marius Ziska - Portur
Альбом Portur
дата релиза
15-06-2018




Внимание! Не стесняйтесь оставлять отзывы.