Teitur - Andvekur Songtexte

Songtexte Andvekur - Teitur




Tín rødd ferðast runt húsini sum eitt vælkent lag
Tíni orð hita mín kropp sum eitt heitt bað
Góða, eg eri øvundsúkur inn á teg
dugir nógv betur at liva enn eg
ár eftir ár - eldist í mær og leikir míni sár
Dag eftir dag - er eitt heilagt stað
Eg liggi eina svøvnleysa nátt í andvekri
Nógv betri enn ein góður dreymur er veruleikin
Tað ljóðar so væl sigur tað ábyrgdarfrítt
kennir tað gráa ímillum svart og hvítt
ár eftir ár - eldist í mær og lekir míni sár
Dag eftir dag - er eitt heilagt stað



Autor(en): Lassen Teitur



Attention! Feel free to leave feedback.