Ignea - Í Tokuni текст песни

Текст песни Í Tokuni - Ignea




Gangi í tokuni
Eina í djúpu kvirruni
Síggi ongar varðar
Burtur allir garðar
Rópi men eingin svarar
Inn ímillum gloppini
Í mjørkaklæddu náttini
Hómi eg skuggar
Tykist sum okkurt rørir seg har
Rópi men eingin svarar mær
Vinur, vinur sært meg?
Gangi her í tokuni
Hevur reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?
Sást gøtuljósini
Lýsa í bygdini?
Sást hvat tey gjørdu har?
Minnist hvussu støðan var?
Leitaði nakar eftir mær?
Vinur, vinur sært meg?
Gangi her í tokuni
Hevur reikað líka sum eg
Í deyðadjúpu kvirruni?
Hevur eins og eg
Gingið í tokuni
Burturvilst frá slóðini
Ytst á fjallatromini?
Kennir hetta einsemið?
Vinur, vinur skilur meg?
Veitst nakran loyniveg?
Hevur reikað líka sum eg
Í endaleysu óvissuni?
Vinur, vinur skilur meg?
Veitst ongan loyniveg?
Hevur reikað líka sum eg
Í endaleysu tokuni?




Внимание! Не стесняйтесь оставлять отзывы.