Marius Ziska - Klovin текст песни

Текст песни Klovin - Marius Ziska



Fari upp og skund i mær
Út í ein annan dag
Har alt er júst sum tað var í gjár
Gangi skjótt í regninum
Undir myrkagráu skýggjunum
Meðan bilar trokast á vegunum
Og djórið øsist í mær
Gríslar tenn
Knýtir nevar til teir hvítna
So eg ræðist sjálvan meg
vónbrotið bylgist í mær
Hópast upp
Til eg verði frá mær sjálvum
Av mær sjálvum
kenni eg meg sum eg eri
Í eini falnari dómadagsverð
Og eg lati alt tað støkka av mær
Sum eg haldi kann særa meg
Og eg taki hvørt bil sum tað kemur
Eg eygleiði alt sum er
Og tað tykist sum okkurt nemur
Einum samljóði brátt er
Í mær
So nær
Havi lært at temja meg
Og eg síggi teg
Havi eg júst sett mína sál í veð
Ikki nógv at lata fyri at fáa grið
klovin ert glataður
Uttan nakran frið
Men djórið øsist í mær
Gríslar tenn
Knýtir nevar til teir hvítna
So eg ræðist sjálvan meg
klárskygni vekist í mær
Sigur nokk
Og eg verði frá mær sjálvum
Av mær sjálvum
kenni eg meg sum eg eri
Í eini falnari dómadagsverð
Og eg lati alt tað støkka av mær
Sum eg haldi kann særa meg
Og eg taki hvørt bil sum tað kemur
Eg eygleiði alt sum er
Og tað tykist sum okkurt nemur
Einum samljóði, brátt er
Í mær
So nær



Авторы: Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska


Marius Ziska - Klovin
Альбом Klovin
дата релиза
06-01-2023

1 Klovin




Внимание! Не стесняйтесь оставлять отзывы.