Teitur - Havnin er ein lítil bygd текст песни

Текст песни Havnin er ein lítil bygd - Teitur



útvarpið sendir eitt tilvildarligt lag
Sum sveimar ígjøgnum eitt vindeyga
úr einum húsi sum sigur
"Vit hava tað gott!"
Havnin er ein lítil bygd
Klaverini tey standa still
ímeðan fólk fara í býin
So seint gongur tíðin
Onkunstaðni spælir mítt yndisorkestur
í einum høli har ung eru samlaði saman
Men eg vil ikki droyma, eg vil bara kenna
Bíði eftir bussinum
Bara eg og mínar vónir
Eg havi hendur í lumma
Og sjeytan krónur
Havnin er ein lítil bygd
Ein viti mítt í havinum
fari eg at vitja
Ein góðan vin
Skip sigla út til fremmand lond
Eg síggi meg sita á eini heitari strond
her hendir svarta onki
Hesin forbannaði bussurin kemur ikki
Havnin er ein lítil bygd
Her er so trongligt, men eisini so trygt
Eg vil bara gloyma at tað finst nakað annað



Авторы: Teitur Lassen


Teitur - Káta Horni∂
Альбом Káta Horni∂
дата релиза
16-07-2007




Внимание! Не стесняйтесь оставлять отзывы.