Eivør - Silvitni Lyrics

Lyrics Silvitni - Eivør



Í mánalýsi
Síggi eg
Korallrivini
Glitra ígjøgnum silvitnið
í tínum eygum
Eg lati meg søkka
Niður í djúpið
Lati meg draga
Inn í vakurleikan
Sum býr í tær
Og eg gloymi mína óró
Minnist aftur mína eydnu
Einki kann toga meg frá tær
Eingin kann elska meg sum
Eg veit at elskar
Sum var eg tín eydna
Verjir meg
Sum var eg dukandi hjartað
í tínum brósti
Eg nemi við teg
Sum vart ein lutur
Av mínum kroppi
Sum vóru vit spunnin saman
Av somu æðrum
Um vit sigla í brotasjógvi
Kava niður í aldudalar
Einki kann toga meg frá tær
Eingin kann elska meg sum
Einki kann toga meg frá tær
Eg haldi fast í teg
Eingin kann elska meg sum
Eingin kann elska meg sum
Eingin kann elska meg sum



Writer(s): Trondur Bogason, Eivoer Palsdottir


Eivør - Slør + Bridges
Album Slør + Bridges
date of release
18-09-2015




Attention! Feel free to leave feedback.