Marius Ziska - Góðvarin Mynd paroles de chanson

paroles de chanson Góðvarin Mynd - Marius Ziska



Onkuntíð kann eg bara ganga og leingjast
Eftir einum stað har alt gevur meining
Har verðin er góð
Uttan neyð, uttan líðing
Eitt fullkomið stað
Uttan fjáltur og ræðslu
Ein góðvarin mynd, eg veit tað væl
Kanska ov bláoygd til ein kaldan heim
Men orsakið meg, eg flýggi í
Fjákutar dreymar
Hvat um vit øll bara valdu at verða
Tað vit droyma um, innast inni í okkum
Eitt lív uttan tvang
Ber væl til um vit vilja
Har eg eri eg
Og ert uttan iva
Ein góðvarin mynd, eg veit tað væl
Kanska ov bláoygd til ein kaldan heim
Men orsakið meg, eg flýggi í
Fjákutar dreymar



Writer(s): Hans Jacob Kollslíð, Hans Marius Ziska


Marius Ziska - Portur
Album Portur
date de sortie
15-06-2018




Attention! N'hésitez pas à laisser des commentaires.