Eivør - Myrkursins náði текст песни

Текст песни Myrkursins náði - Eivør



Myrkursins náði
Í dag hava fuglar ei sungið eitt lag.
Tað var, eins og slóknaði sólin í dag,
Og jørðin, hon helt uppat við at mala
Og børnini hildu uppat við at spæla.
Stjørnurnar duttu allar niður av himni,
Pg mánin, hann fánaði burtur og inni.
Í stovuni míni ei hoyrdist eitt ljóð,
í myrkursins djúpastu náði eg stóð.
Myrkursins náði,
Myrkursins náði,
Myrkursins náði fevndi meg,
Fevndi meg.
Henda løtan, hon dró meg til ógingnar gøtur
Til heimsins byrjan og til lívsins djúpastu røtur.
Og myrkrið var hvørki ónt ella kalt,
Nei, myrkrið var ei enn blivið ónt ella kalt
Tað einasta, eg hoyrdi, vóru undarlig ljóð,
Men so føgur og rein og so yndislig ljóð,
Og einki var endað, og einki var byrjað,
Og einki var sjónligt, og einki var hyljað.
Myrkursins náði,
Myrkursins náði,
Myrkursins náði fevndi meg,
Fevndi meg.
Myrkursins náði,
Myrkursins náði,
Myrkursins náði fevndi meg,
Fevndi meg.



Авторы: eivør, eivør pálsdóttir


Eivør - Mannabarn
Альбом Mannabarn
дата релиза
08-08-2007




Внимание! Не стесняйтесь оставлять отзывы.