Týr - Gatu Rima Lyrics

Lyrics Gatu Rima - Tyr



(1)
Gestur villur frá høllini gongur
blindur er hann og fáur,
møtir hann einum gomlum manni
allur í hærum gráur.
(7)
Far tær í grasagarð
og ráð fyri tíni bú:
eg skal mær fyri Heiðrik kong
og gátur kenni
Treðum lættliga dansin
Dagurin skín so fagurliga,
Komin er hægst á summarið
(8)
Tríati eru gáturnar,
git mær ein av teim:
Hvussu eiter reyða trumma,
slær yvur allan heim?
(9)
Vita man eg gátuna,
eg giti tað fyrstu av teim:
Toran eitur reyða trumma,
slær yvur allan heim
Treðum lættliga dansin
Dagurin skín so fagurliga,
Komin er hægst á summarið
(Solo)
(25)
Vita man eg gátuna,
eg fari ei við hátt:
Óðin ríður sínum hesti
bæði um dag og nátt
(27)
Óðin gjørdist villini fuglar,
fleyg sær út í hav,
brendi inni Heiðrik kong
og alt tað lið, har var.
Treðum lættliga dansin
Dagurin skín so fagurliga,
Komin er hægst á summarið



Writer(s): DP, HERI JOENSEN


Týr - Land
Album Land
date of release
01-11-2012




Attention! Feel free to leave feedback.