Týr - Fipan Fagra Lyrics

Lyrics Fipan Fagra - Tyr



(1)
Skalli undir fjalli býr,
Garpar til hann ríða:
Tað var honum til eydnu lagað,
Hann átti dóttur fríða.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(6)
Eirikur gongur frá strondum niðan
Ein við ongar sveinar,
Hann sær frúgv við akur sita,
Talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(8)
"Tað var mær til eydnu lagað,
Eg skuldi akur goyma
Siti eg úti árla og síðla,
Eg kann ikki vánir gloyma."
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(9)
"Eg vil teg við sømdir fá,
ást og góðan vilja,
Føra teg so til hallar heim
Og teg frá vánum skilja."
(Solo)
(16)
Risin gongur frá strondum niðan,
Ein við ongar sveinar,
Hann sær frúgv við akur sita,
Talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(20)
Kjaftur hans er ógviligur,
Nasarnar tær eru langar,
So eru hansara kjálkabein
Sum fjórðung var at ganga.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(35)
kemur í trongan skógv,
hav væl onnur klæði,
Rív upp á teg bjørkuvið,
Tað javnt við jørðina dragi!"
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(45)
"Navn hevur av neyðum fingið,
So tíni klæði skorin,
Tað er ikki á tínari ævi,
hevur tað tílíkt borið!"
Hátrummar í høll hermenn ríða fram
Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann



Writer(s): DP, HERI JOENSEN


Týr - Land
Album Land
date of release
01-11-2012




Attention! Feel free to leave feedback.