Týr - Stýrisvølurin paroles de chanson

paroles de chanson Stýrisvølurin - Tyr



Og hvør enn klettum ræður ei á vindi
Teir hildu um stýrisvøl ódnin legði á
"Legg upp í lotið," rópti ein og samdir teir
Hála á stýrisvøl, men alt til fánýtis
Leiðin er løgd, í gróti er høgd
Og eru vit nøgd søgnin er søgd
Og skriður tín knørrur fram tað sama hvat vilt
Teir bardust um stýrisvøl men einki róður til
Og enn vit halda stýrisvøl eins og vit
Halda vit eru fræls, trælborin óspurd so
Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll
í oyðini høll, um fjarbláu fjøll
Tiltuskað av landnyrðings ódn, og vindurin
Leikar í Miðgarði mól
Til Ásgarðs har Askurin stóð, sum træðrirnir
Lívsins í lotinum har blaktraðu
Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll
í oyðini høll, um fjarbláu fjøll
Og fløtur, vitandi hvat mál vit megna livandi
Og feigdin dregur liðandi, vit vála henni
Tigandi á ting
Fjakka vit øll um kirkjugarðsvøll
í oyðini høll, um fjarbláu fjøll
Væl vitandi langnunnar leið, men gott er
Tað treystið at val er í vón
Óteljandi leiðirnar tær, men ilt er tað
Treystið at valið er gjørt, leiðin bert ein
Leiðin er løgd, í gróti er høgd
Og eru vit nøgd søgnin er søgd



Writer(s): DP, HERI JOENSEN


Týr - Eric the Red
Album Eric the Red
date de sortie
11-11-2003




Attention! N'hésitez pas à laisser des commentaires.